
Ein 38 ára gamal maður varð í nátt handtikin í USA fyri at hava sett eld á bústaðin hjá demokratiska guvernørinum, Josh Shapiro í býnum Harrisburg í statinum Pennsylvania.
51 ára gamli Josh Shapiro, sum hevur verið guvernørur í Pennsylvania síðan januar 2023, verður sambært tíðindastovuni AFP mettur at vera eitt gott valevni hjá Demokratunum á forsetavalinum í 2028. Hann var eisini nevndur sum eitt gott boð til varaforsetavalevni hjá Kamalu Harris undan forsetavalinum í 2024. Tó endaði Harris við at velja Tim Walz, guvernørin í statinum Minnesota.
Shapiro og familja hansara vóru heima, tá eldurin kyknaði, men eingin teirra fekk skaða. Bygningurin fekk tó nakað av skaða, skrivar tíðindastovan AP.
Fan Chardo, umdømisadvokatur sigur, at 38 ára gamli maðurin verður skuldsettur fyri drápsroynd, yvirgang, eldásetan og grovan harðskap móti einum tænastumanni.
Sambært myndugleikunum klintraði maðurin yvir eina girðing fyri at sleppa til guvernørbústaðin. Við sær hevði hann útgerð at tendra eld.
Leygardagin hevði Shapiro saman við konu, børnum og gestum hátíðarhildið Pesach, jødisku páskirnar. Shapiro sigur, at hann enn ikki veit, hví eldur varð settur á bústað hansara, men hann ætlar sær ikki at gevast at útinna sína trúgv.
Sambært Josh Shapiro er harðskapur, sum er politiskt motiveraður, vorðin alt ov vanligtur.
Hann sigur, at hann leggur ikki í, hvør síða fremur harðskapin, tí tað er ikki í lagi, og tað skal steðgast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald