
Í gjárkvøldið um 18.30-tíðina fekk løgreglan fráboðan um eitt arbeiðsóhapp á Fútakletti.
Hetta var tætt við smoltstøðina við Oyragjógv - í einum alibáti.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun kundi ikki siga nágreiniliga, hvat var hent og hví.
Greitt er tó at ein persónur fekk skaða, og at viðkomandi varð fluttur á Landssjúkrahúsi við sjúkrabili.
Har vóru ongar nýggjar upplýsingar um støðuna í morgun, men slíkt skal kannast nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald