
Italia er í sorg hendan 2. páskadag. Tey flestu í suðurevropeiska landinum, eins og so nógv aðrastaðni vaknaðu til tíðindini, at Frans pávi hevði lagt árarnar inn.
Sí eisini: Frans pávi deyður
Fótbóltur er nakað, ið tey taka í ógvuliga stórum álvara í Italia. Teir fýra dystirnir, ið vóru á skránni í Serie A í dag, 2. páskadag, eru allir útsettir.
Ymiskt annað er eisini skúgvað til viks fyri at syrgja pávan, og tað verður eisini markað í millum annað Fraklandi við at Eiffeltornið fær nýggjar litir í kvøld.
Jorge Mario Bergoglio varð 13. marts 2013 valdur til páva. Tað var ógvuliga óvæntað, at argentinin varð valdur frammum millum annað fleiri italiumann.
Sambært fleiri viðmerkjarum hevur hann gingið á odda í at gera katólsku kirkjuna meira nýmótans á ymiskum økjum.
Í mars 2013 var hann 76-ára gamal. Tólv ár og ein stóran mánaða seinni doyði hann sum Frans pávi.
Skjótt fer tilgongdin at velja nýggjan páva í gongd. Tað er ikk til at siga, hvussu leingi tað fer at ganga, til hvítur roykur verður at síggja í Vatikaninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald