
Tað kann vera lumpisligt at ganga í føroysku náttúruni. Hetta noyddist eitt ferðafólk at sanna í gjárkvøldið.
Talan var um ein mann, sum helt til í Tjørnuvík. Viðkomandi var farin ein túr til Saksunar í fjøllunum - fína og ljósa veðrinum - men tá hann skuldi aftur til Tjørnuvíkar, kom mjørki á, umframt vindur og nakað av regni.
Maðurin hevði trupulleikar við at finna og fór av kós. Tá hann ringdi um hjálp, varð varnast at viðkomandi var í Sjeyndum - ella beint við Sjeyndir.
Heta er norðasta víkin á Streymoynni.
Hetta er ikki heilt vandaleyst hjá persóni, sum er ókendur á økinum og í mjørka, staðfestir løgreglan í morgun.
So boð vórðu send eftir tilbúgvingarliði úr Sunda kommunu. Vaktleiðarin á løgreglustøðini Havn staðfestir, at hesir persónarnir útførdu uppgávuna ógvuliga væl, og at ferðafólki kom aftur til Tjørnuvíkar í øllum góðum.
Hetta var tó ikki fyrrenn í nátt einaferð, og tískil gjørdist talan um ein langan túr.
Ferðamaðurin var tí í heitum og góðum klæðum - væl útgjørdur til túrin - og vandi var ikki nakrantíð veruliga á ferð, staðfestir vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald