Mentan

Adda Lykkeboe í Paname Cafe

Týskvøldið 23. apríl vitjar danski rithøvundurin í Paneme Cafe, har hon fer at greiða frá um skaldskap sín

Adda Lykkeboe (Mynd: Facebook)

Adda Lykkeboe (Mynd: Facebook)

2019-04-15 18:22 Author image
Alda Nielsdóttir

Týsdagin 23. apríl fær Paname Café og Gamli Bókhandilin vitjan av danska rithøvundanum Adda Lykkeboe.

Adda hevur skrivað skaldsøgurnar "Balladen om Antonie", "Dora" og "Kvartetten".

Rithøvundurin fer at greiða frá um sín skaldskap, og um hvussu bøkurnar eru ávirkaðar av uppvøkstur hennara í Føroyum.

Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 20.

placeholder
placeholder