Mentan

Madonna kemur við nýggjari útgávu

Til Eurovision-sangkappingina í Mai verður longu møguligt at hoyra nakað av tilfarinum á nýggju útgávuni "Madame X", tá Madonna fer á pallin í Tel Aviv

2019-04-15 19:46 Author image
Alda Nielsdóttir

Gjøgnum fýra áratíggju er Madonna komin við nógvum hitløgum, og sambært Guinness World Records er hon eisini best seljandi songkvinnan í heiminum.

Nú hevur 60 ára gamla Madonna boðað frá, at hon arbeiðir við einari nýggjari útgávu.

Í einum sjónbandi, sum varð lagt út á YouTube í gjár, greiðir hon sjálv frá nýggju útgávuni, sum fær heitið "Madame X".

"Madame X" verður fyrsta útgávan hjá Madonnu síðan 2015, tá hon gav út "Rebel Heart".

Enn er ikki greitt, nær nýggja útgávan kemur, men væntað verður, at hon kemur seinni í ár. 

Sambært Variety verður longu møguligt at hoyra nakað av nýggja tilfarinum til Eurovision-sangkappingina, sum í ár verður hildin í Tel Aviv í Ísrael 14. - 18. mai.

Sambært umboðsfólki hjá Madonnu skal hon nevniliga framføra tvey løg í steðginum í finaluni 18. mai - ein gamlan klassikara og eitt nýtt staklag.

placeholder
placeholder