placeholder
Mentan

Ummæli: Game of Thrones leggur ikki hart út

Síðsta sesong av væl dámdu sendirøðini Game of Thrones fór av bakkastokki í nátt. Fyrsti partur fær tríggjar av fimm stjørnum frá føroyskum ummælara

(Mynd: HBO)

(Mynd: HBO)

2019-04-15 18:43 Author image
Rannvá Dam í Baianstovu
placeholder

(Ummælið niðanfyri kann innihalda avdúkandi upplýsingar)

Tað vóru helst nógvir fjepparar, sum føldu seg snýttar, tá ið framleiðararnir av Game of Thrones valdu at bíða eitt ár eyka við seinastu sesong í røðini. Tað vanliga hevur verið so, at ein sesong kom út um árið, men hesaferð hava fjepparir muga glett seg í tvey ár.

Men alt gott kemur til tann sum bíðar, og hetta ger tað bara serliga spennandi og setir væntarnirnar enn hægri til hesa kultrøðina. Hetta er dýrasta røðin, sum nakrantíð er framleidd, við eini fíggjarætlan á umleið 15 milliónir dollarar fyri hvønn part (Næstan 100 mió krónur), so tað verður áhugavert um hon klárar at liva upp til umdømið.

[object Object](Mynd: HBO)

Eitt, sum flestu fjepparar tó munnu halda vera keðiligt er, at her vera bert seks partar tilsamans. Game of Thrones hevur longu fingið nógvar atfinningar fyri at royna at kroysta eina langa bók niður í eina stutta seriu, og hóast røðin langt síðani hevur yvirhálað bøkurnar, verður tað áhugavert at síggja, hvussu framleiðarnir klára at binda allar teir leysu endarnar saman.

Eitt annað undrunarsamt er, at partarnir ikki hava nakað navn, men bert eita “Partur 1” til dømis. Hetta eru tó smálutir, sum flestu fólk helst ikki geva sær far um.

Av tí at hetta jú er síðsta umfar, er lagt upp til nakað heilt serligt, og hetta royna framleiðararnir veruliga at undirstrika. Vit byrja meira dramatiskt enn nakrantíð, við einum heilt nýggjum inngangi. GoT hevur altíð gjørt tað soleiðis, at tey dagføra inngangin tá man sær meira av universinum í GoT, og hesaferð vísa tey á holið í múrinum. Men hann er heilt nýggjur, og hevur nógvar special effects. Hetta ger stemningin øgiliga ”tað er seriøst hetta her”. Høga góðskan heldur fram gjøgnum partin.

Tað skal tó sigast beinanvegin, at her hendir ikki ótrúliga nógv. So væntar tú, at GoT leggur hart út við einum stórum bardaga og at the Night King doyr, so verður tú skuffað/ur. Hetta er ein uppbyggjandi partur, har vit fáa nakrar leysar endar knýttar, og leggja grundarlagið fyri hvat fer at henda seinni.

GoT heldur fram har tað steðgaði í sjeynda umfari. Seinast endaði tað við at múrurin fall, og tey sonevndu “ódeyðu” marsjeraðu suðureftir. Nú byrja vit í Winterfell. Jon og Daenarys ríða síð um síð nn í býin og gera seg kláran saman, at berjast ímóti teimum ódeyðu. Hetta er ein hátíðarlig scena.

Men hetta er Game of Thrones, so sjálvandi er einki perfekt serliga leingi. Við Daenarys kemur drama, og har eru fleiri í Winterfell sum ikki dáma hana. Hetta eru spenningar millum leiklutirnar, sum vit kenna teir best úr Game of Thrones, og sjálvandi er ein obligatorisk drekascena við, har Jon ríður á einum dreka. Hendan scenan ger, at man veruliga byrjar at skilja hví hvør partur hevur kosta so nógv.

[object Object]Sansa Stark ger greitt, at hon ikki er ovurfegin fyri Daenarys (Mynd: HBO)

Parturin inniheldur eisini nógvar sameiningar. Arya og the Hound møtast aftur. Og Arya og Jon. Og Jon og Bran. Hesar scenurnar eru øgiliga stuttar men hey – tá hvør partur kostar á leið 15 milliónir dollarar, noyðist man at spara onkrastaðni.

Vit eru ikki bara har norðuri. Sunnanfyri gongur Cersei og gleðist um at múrurin er fallin. Vit síggja hana og Euron, sum hon hevur eina undarliga góða kemi við. Tey samband er helst so gott, tí tey bæði eru líka ræðulig menniskju.

Parturin endar við einum “cliffhangara”. Jamie kemur til Winterfell, og Bran stendur og hyggur eftir honum – næsti partur kann ikki blíva minni enn áhugaverdur.

Game of Thrones hava veruliga spílað seg út, og hóast har ikki eru nógvir partar, eru teir tað betri í góðsku. Fjepparar hava nógv at gleða seg til næstu vikurnar.

Game of Thrones, umfar 8, partur 1. HBO Nordic (3/5)

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder