Uttanlands

Kina: Jack Ma tekur undir við 12 tímar arbeiðsdegnum

Sambært stovnaranum av nethandlinum Alibaba, er tað eitt vælsignilsi og ein heiður at sleppa at arbeiða 12 tímar um dagin 6 dagar um vikuna

Jack Ma (Mynd: EPA)

Jack Ma (Mynd: EPA)

2019-04-15 17:48 Author image
Alda Nielsdóttir

Jack Ma, kinesiskur milliardingur og stovnari av risanethandlinum Alibaba stuðlar framvegis sonevndu 996-skipanina. Eftir henni skulu starvsfólk arbeiða frá klokkan 9 á morgni til klokkan 9 um kvøldið 6 dagar um vikuna.

Tað er hendan skipanin, sum hevur elvt til nógv kjak í kinesisku miðlunum seinastu tíðina.

Richard Liu, stjórin fyri JD.com, stuðlar eisini skipanini.

Fríggjadagin segði Jack Ma, at tað fyri starvsfólkini var eitt vælsignilsi og ein heiður at arbeiða 12 tímar 6 dagar um vikuna. Richard Liu segði, at búskaparvøksturin í Kina hevur økt um talið av "dovnum fólkum".

Samstundis verður boðað frá, at JD.com fer at gera niðurskerjingar.

Richard Liu stovnaði fyritøkuna, sum seinni gjørdist til JD.com í 1998, og sambært honum, plagdi hann at seta vekjaran at vekja seg hvønn 3. tíma fyri at tryggja sær, at hann kundi bjóða viðskiftafólki tænastu alt samdøgrið.

- Talið av dovnum fólkum er økt. Um henda gongdin heldur fram, hevur JD ongar vónir. Og fyritøkan verður sparkað av marknaðinum, sigur Richard Liu, sambært BBC.

Jack Ma stovnaði Alibaba í 1999, og fyritøkan hevur verið rópt "Tað kinesiska eBay", og er Alibaba vorðið eitt av heimsins størstu fyritøkum.

Virðið á fyritøkuni er í løtuni uml. 490 mia. dollarar, og mett verður, at Jack Ma sjálvur eigur einar 40 mia.

placeholder
placeholder