Eitt arbeiðsóhapp hendi seinnapartin í gjár á einum trolvirki við Norðskála.
Eitt av starvsfólkunum fekk ein enda í andlitið, sambært vaktleiðaranum hjá løgregluni. Hetta hendi um hálvgun trý tíðina.
Tann rakti varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Vaktleiðarin dugir í morgun ikki at siga, hvussu støðan er hjá manninum, sum varð raktur.
Bæði løgregla og Arbeiðseftiritið vóru á staðnum. Arbeiðseftirlitið kannar nú umstøðurnar kring óhappið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald