
Tá atkvøtt verður í Eurovision er tað soleiðis, at tað ikki ber til at velja sítt egna land. Tað vil siga, at vit føroyingar og heldur ikki danir, kunnu ikki atkvøða fyri Sissal og Hallucination.
Hinvegin ber til í kvøld at velja millum hini londini, sum eru við í seinna undanumfarinum.
Tað kann gerast við at brúka "Eurovision Song Contest" appina ella at senda sms-boð. Føroysku televeitararnir minna á, at peningur skal fyllast á saldo áðrenn atkvøðast kann. Tað kann gerast á "Mítt Ver" og "Mítt Nema".
Les eisini: Ríður um snarið hjá Sissal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald