Mentan

Sissal sterka framførslu

Hon rakti tónarnar og leveraði. Nú verður bíðað við spenningi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-05-15 21:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen er júst komin av palli í Basel eftir sína framførslu.

Hon hevði eina sterka framførslu, og hon rakti eisini teir høgu tónarnar, sum hon skuldi. Flott framførsla hjá Sissal Jóhonnu, sum seinastu dagarnar hevur verið rakt av krími.

Á pallinum í kvøld sást tó einki til hetta.

Sissal var tann ellinta í røðini av sekstan at framføra í seinna undanumfarinum. Um eina løtu letur atkvøðugreiðsla upp, og tá fer Evropa vónandi at atkvøða fyri havnarkvinnuni.

Veddingarfyritøkurnar meta ikki, at Sissal og Danmark koma víðari, men í fyrra undanumfarinum fóru tær skeivar um eitt nú Ísland og Noreg, so ein kann vóna.

Tað ber ikki til at atkvøða fyri egnum landi í Eurovision. Hetta vil siga, at føroyingar og danir altso ikki kunnu atkvøða fyri Sissal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder