
Stýrið fyri Dugna hevur sett nýggjan stjóra. Tað er Elin Ludvig, ið hevur drúgvar royndir innan arbeiðsmarknaðarøkið í Føroyum, sum er sett sum nýggjur stjóri á Dugna.
Elin hevur verið deildarleiðari hjá Almannaverkinum á deildini Arbeiðsbúgving í 10 ár, so hon kennir væl føroyska arbeiðsmarknaðarøkið, og til borgarar við ymsum skerjingum í arbeiðsførðinum, og hvussu teir kunnu hjálpast á leið fyri at fáa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin aftur.
Harafrat hevur Elin fleiri ára royndir sum sosialráðgevi innan barnaverndartænastu og asyløkið í Danmark. Umframt útbúgving sum kandidatur í sosialum arbeiði, hevur Elin eisini útbúgving innan diplom í leiðslu.
Áhugin fyri starvinum var stórur og vóru 28 umsøkjarir í alt.
Elin Ludvig tekur við starvinum 1. august 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald