
Í kvøld, mikukvøldið 21. mai verður konsert við kamarkórinum TARIRA í Kvívíkar kirkju.
TARIRA varð í fjør kosið ársins kór í Føroyum og var millum annað eisini á einari konsertferð í Onglandi í 2024
- Kórið fer, undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, at framføra eina fjølbroytta skrá við eldri og nýggjum útlendskum kórsatsum, umframt fleiri kendum føroyskum kórperlum.
Konsertin er ókeypis, boða fyriskipararnir frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald