Mentan

Merkið heiðrað við serligari øl

100 ára haldið fyri Merkinum er høvið at senda nýggja bjór á marknaðin

2019-04-17 12:52 Author image
Ingi Samuelsen

Í summar verður stórt hátíðarhald í bæði Føroyum og Danmark í sambandið við at Merkið varð teknað og fyrstu ferð borið fram av føroyskum lesandi í Nordmansdalen norðan fyri Keypmannahavn.

Bryggjariið í Klaksvík er eisini við til at heiðra Merkinum, og í hesum sambandi er ein Flagg-øl komin á marknaðin.

Talan er um eina reyðlitta, summarliga bjór við Merkinum í hunarhátt og føroysku oyggjunum hómandi í baksýni. Listamaðurin Edward Fuglø hevur prýtt flaggølina, sum er tappað í hálvliturs dósir og hevur eina rúmstyrki á 4,6 prosent. 

placeholder
placeholder