Mentan

Páskatiltak á Torginum í SMS

LEGO-byggikappingar, páskabingo og stór páskaregg er nakað av tí, sum verður á skránni, tá ársins páskatiltak verður á Torginum í SMS 20. mai

2019-04-17 18:51 Author image
Tíðindaskriv

LEGO-byggikappingar, páskabingo og stór páskaregg er nakað av tí, sum verður á skránni, tá ársins páskatiltak verður á Torginum í SMS 20. mai.

Leygardagin 20. mai kl.10 byrjar ársins páskatiltak í SMS.  Her verður mangt og hvat fyri bæði stór og smá. Dagurin byrjar við eini Duplo-byggikapping fyri tey smáu, og síðan verða tvær LEGO-byggikappingar til børn upp til 12 ár á skránni. Tað verður LEGO-entusiasturin, Helgi Toftegaard, sum eitt nú hevur bygt LEGO Glasir bygningin, sum verður dómari.  

Eisini verður stuttligt páskabingo, har tað verður gjørligt at vinna eitt stórt páskaregg við 6 kg av sjokulátu, LEGO-vinningar og mangt annað.

Seinnapartin verður Kahoot-spurnarkapping á Torginum. Øll sum taka Kahoot-appina niður á telefonina og fylgja vegleiðingini á Torginum, kunnu vera við í spurnarkappingini um ein lekran páskavinning.

Børnini fáa eisini okkurt gott at leska sær við, og LEGO-maðurin vitjar á Torginum.

- SMS

placeholder
placeholder