Innanlands

– Krøv skulu setast útlendskari arbeiðsmegi

– Vit skulu hava opið fyri arbeiðsmegi, men tað má ikki kosta okkum trygdina, sigur Beinir Johannesen, sum ynskir greiðari reglur um revsiváttan, umframt treytir fyri samfylgjandi familjur hjá útlendingi, sum kemur til Føroya at arbeiða

Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-26 14:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tørvurin á útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum hevur verið stórur seinastu árini. Útlendingar hava gjørt eitt týðandi arbeiði í vinnuni og veitt neyðuga hjálp í geirum, har føroyska arbeiðsmegdin ikki strekkir til. Men samstundis hevur tað havt við sær avbjóðingar, sum nú mugu takast í størri álvara.

Tí hevur Beinir Johannesen, løgtingsmaður og formaður í Fólkaflokkinum, sett ein skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, um at fáa greiðari treytir og betri eftirlit við útlendskari arbeiðsmegi.

- Í dag ber til at hjá útlendingum at fáa arbeiðsloyvi í Føroyum, uttan at vísa revsiváttan. Tað merkir, at vit í roynd og veru ikki vita, hvør kemur hendan vegin - og tað er als ikki nóg gott, sigur Beinir Johannesen.

Eisini skulu samfylgjandi familja – tað vil siga maki og børn – lúka ávísar treytir. Sum støðan er nú, eru ongar serligar treytir fyri maka og børn, sum koma.

- Hetta ger, at talið av tilflytarum kann gerast stórt upp á stutta tíð – uttan at vit hava gjørt nakra veruliga meting av, hvussu tað ávirkar vælferðartænasturnar, so sum fólkaskúlan og barnaansingina, sigur Beinir.

Beinir Johannesen minnir á, at Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur lovað at taka málið upp við danska ráðharran. Beinir ynskir tí at fáa meira kunning um, hvat status er við tí.

– Vit eru eitt lítið og viðbrekið samfelag. Vit skulu hava opið fyri arbeiðsmegi, men tað má ikki kosta okkum trygdina, sigur Beinir Johannesen at enda.

Fólkaflokkurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder