
Ein maður koyrdi fyrr í kvøld inn í eina mannamúgvu í Liverpool. Hetta hendi undir fagnaðinum av Premier League-meistaraheitinum hjá fótbóltsfelagnum Liverpool.
Enn er ógreitt hvussu nógv eru komin til skaða.
Sambært Sky News er ein 53 gamal hvítur maður úr Liverpool-økinum handtikin eftir hendingina.
- Vit heita á fólk um ikki at koma við gitingum um hendingina á Water Street í miðbýarøkinum í Liverpool, sigur løgreglan.
- Stór kanning er sett í gongd fyri at staðfesta orsøkina til hendingina, verður sagt.
Eitt stórt øki við Water Street og Dale Street í miðbýnum í Liverpool er avbyrgt.
Liverpool-fjepparar hátíðarhalda sítt tjúgunda meistaraheitið (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald