
Summarhitin er nú komin til Spania. Fleiri staðni í landinum verður nú boðað frá hita millum 35 og 40 hitastig, sum er óvanliga nógv fyri árstíðina, sum framvegis sigur, at talan er um vár.
- Summarið í Spania er byrjað ein mánaða fyrr enn tað plagdi. Hetta eru tekin um, at tey í Spania skulu rokna fyri veruligum hitabylgjum, sigur Peter Tanev, sum er veðurfrøðingur hjá danska TV2.
- Vandin fyri hitabylgjum í Evropa er øktur í sambandi við veðurlagsbroytingarnar, og fara t koma oftari fyri enn í gomlum døgum. Hitabylgjurnar verða eisini drúgvari, leggur Tanev afturat.
Nógvi hitin gevur avbjóðingar hjá londunum í Suðurevropa, har tey kunnu rokna við vatntroti í summar – tað er galdandi fyri bæði drekkivatn, og serliga vatn til at at væta landbúnaarjørðina.
Vandi er eisini fyri vatnflóðum, tá tað einaferð fer at regna aftur. Tí um jørðin er uppturkað, so megnar hon ikki at svølgja vætuna, sum rennur beint út í áirnar, sum ikki megna at taka ímóti øllum vatninum, vísa veðurfrøðingar á.
Eisini fyri fólkaheilsuna kann heitari veðurlagið vera ein avbjóðing, tí við ógvusligum hita í longri tíð, økist deyðiligheitin eisini, sigur veðurlagsprofessarin Sebastian Mernild, við TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald