
Tann 23. mai stóðu seks starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum sveinaroyndina sum ambulansuviðgerðar.
Hesi vóru Sólvar Nielsen, Gunnar Ziska, Steffan Arthur Pálsson, Mortan á Bøgarði, Eirin Wiberg og Thorbjørn D. Poulsen.
Sjúkrahúsverkið skrivar, at sveinaroyndin var í trimum pørtum: Ein skrivlig, ein munnlig og ein praktisk uppgáva.
Næmingarnir hava staðið eitt grundskeið í Føroyum, og síðani eitt høvuðsskeið í samstarvi við Rescue Center Denmark á Rybners tekniska skúla í Esbjerg. Høvuðsskeiðið er samansett av praktikk og undirvísing í Føroyum, og síðani próvtøku í skúlanum í Esbjerg.
- Í framtíðini er ætlanin at Sjúkraflutningstænastan í Sjúkrahúsverkinum skal taka næmingar inn við tí endamáli, at teir fáa útbúgving sum ambulansuviðgerðar. Útbúgvingin tekur 4 ár, og er partvís í Føroyum og Danmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald