Innanlands

Upp í 10 hitastig um langafríggjadag

Skírishósdagur og langafríggjadagur vísa seg frá síni góðu síðu

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

2019-04-18 12:40 Author image
Ari av Rana

Í morgin verður upp í 10 hitastig og sólin vísir seg. Komandi dagarnir bjóða gott veður.

Í dag er andøvsgul av suðri, millum 6,5 og 8 m/s. Einki avfall, sólin kagar og hitin um 9 hitastig.

Í morgin vísir veðrið seg frá síni bestu síðu líka til um kvøldið, tá tað fer at regna eitt indur og hann veksur vindin.

Hann verður andøvsgul til frískur vindur av suðri, millum 6 og 10 m/s. Sólin skínur fyrrapartin og kagar út á seinnapartin. Einki avfall fyrrenn um 22-tíðina, tá tað regnar millum 0,1 og 0,4 mm. Hitin um 9 hitastig, men røkkur 10 hitastigum beint eftir middag.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder
placeholder