Mentan

Matgonga í Vági í mentunarvikuni

Vitjað verður á fýra matstøðum í Vági

2019-04-18 13:54 Author image
Ari av Rana

Í Mentunarvikuni í Vági er eitt annarleiðis spennandi mattiltak á skránni undir heitinum Matgonga. Matgongan vitjar á fýra matstøðum í Vági, sama kvøldið, har borðreitt verður við einum betri bita og onkrum leskandi afturvið.

Matgongan byrjar í Miðlatúni har gestirnar verða býttir í bólkar og fara so runt frá einari matstovu til aðra. Á hvørjari matstovu verður bjóðað ein rættur og drykkivørur afturvið. Steðgað verður á hvørjari matstovu í umleið 25 minuttir og verða so brúktir 5-10 minuttir at ganga til næsta matstað, skrivar Vágs kommuna.

Matgongan gevur lokalum og vitjandi høvið at fáa eitt annarleiðis matupplivilsi í Vági á fýra ymiskum matstøðum í býnum.

Matgongan verður ónsdagin 1. mai 2019 og byrjað verður við Miðlatún.

Pláss við Matgonguni kunnu keypast í Miðlatúni í Vági.

placeholder
placeholder