placeholder
Innanlands

Eftir páskir ber til at søkja um upptøku

Í næstu viku ber til at søkja um pláss á Føroya Eftirskúla á Tvøroyri

Mynd: Føroya Eftirskúli

Mynd: Føroya Eftirskúli

2019-04-18 17:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mong ár hevur arbeitt verið við at seta á stovn ein eftirskúla í Suðuroynni, og nú er tað langt um leingi blivið veruleiki.

Eftirskúlin, sum er staðsettur á Tvøroyri, fer at taka ímóti fyrstu næmingunum í august í ár.

Fyrsta árið verður skúlin myndaður av 16 næmingum, ið allir fáa eina heilt serstaka uppliving sum fyrstu næmingarnir á Føroya Eftirskúla, verður boðað frá í tíðindaskrivi.

Møguleiki er at velja millum seks breytir og fleiri valfak.

Sum nakað heilt serstakt skulu allir næmingarnir luttaka á Føroyabreytini, ið er ein nýggj breyt, sum ongantíð er roynd áður. Á hesi breytini fara allir næmingarnir, saman við lærarum á skúlanum, at vitja allar oyggjarnar í Føroyum. Næmingarnir eru sjálvir við til at skipa fyri útferðunum, og soleiðis seta sítt egna fingramerki á upplivingarnar.

Á Films- og sjónleikarabreytini læra næmingir at gera film. Teir læra teori og praksis, alt frá at siga eina søgu, at taka upp, klippa og seta saman, gera kulissur o.a. Filmsbreytin verður partvíst knýtt saman við Føroyabreytini, tí alt verður tikið upp og skrásett. Tað er eisini ein breyt, ið allir skúlans næmingar luttaka á. Afturat hasum báðum skulu næmingarnir velja tvær breytir millum E-Sport, Sjóvinnubreytina, Køksbreytina og Íverksetara- og miðlabreytina.

Til ber at søkja um pláss á eftirskúlanum í næstu viku.

Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Føroya Eftirskúla.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder