placeholder
Innanlands

Fleiri flúgva nú við SAS á føroyaleiðini

– Vit seldu fleiri ferðaseðlar beinanvegin, tá vit fingu góðkenning at brúka RNP-tøknina í Føroyum, sigur Mariam Skovfoged, kunningarstjóri hjá SAS

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-04-18 18:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan SAS fekk góðkenning at brúka RNP-tøknina, hava fleiri víst áhuga fyri at flúgva við felagnum á føroyaleiðini.

Tað sigur Mariam Skovfoged, kunningarstjóri hjá SAS sambært Kringvarpinum.

Føroyingar hava annars aftrað seg við at flúgva við SAS á føroyaleiðini, tí flogfelagið hevur avlýst fleiri túrar, tá flogførini ikki fingu sett seg í Vágum.

Men í vetur fekk SAS góðkenning at brúka innflúgvingarskipanina RNP, og hetta merkja tey nú eisini væl.

– Vit seldu fleiri ferðaseðlar beinanvegin, tá vit fingu góðkenning at brúka RNP-tøknina í Føroyum, sigur Mariam Skovfoged.

SAS flýgur í løtuni fýra túrar á Føroyaleiðini um vikuna, og ætlanin er at hækka túratalið í summar, tá summarferðaætlanin kemur í gildi. Tó er enn ikki greitt, hvussu nógvar túrar talan er um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder