Mentan

Heimligu heimini gera HeiMA til nakað serligt

HeiMA verður fyri 4. ferð í Nólsoy páskaaftan, 20. apríl. Á skránni eru framførslur frá m.ø. Signar í Homrum, Lenu Anderssen og 200.

Vælnøgd eru tey øll: vertur, tónleikari og áskoðariar klappa aftaná Martin Joensen konsertina á HeiMA 2018 heima hjá Evy & Anfinn (Mynd: Rúna Ingunardóttir)

Vælnøgd eru tey øll: vertur, tónleikari og áskoðariar klappa aftaná Martin Joensen konsertina á HeiMA 2018 heima hjá Evy & Anfinn (Mynd: Rúna Ingunardóttir)

2019-04-19 07:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin fyllast 10 stovur í Nólsoy við tónleikaáhugaðum gestum. Hvør stova hevur tvær konsertir, so tá Ternan setur kós móti Havnini klokkan 22.50 leygarkvøldið, so hava 20 konsertir verið í Nólsoy páskaaftan.

Hetta er fjórða ferð, at hesin festivalurin er í Nólsoy.

Evy og Anfinn hava verið vertir á hvørjum árið higartil, og aftur í ár ber til at uppliva HeiMA heima hjá teimum. Evy Toftegaard Nielsen heldur tað er spennandi at fáa vitjan av tónleikarum, sum vanliga framføra á palli, at framføra heima í hennara stovu.

- Eg haldi konseptið er gott, og gott fyri Nólsoy. Deiligt at vera við til at draga fólk til oynna, og geva teimum eina góða uppliving, sigur hon.

Tey tíggju heimini, sum húsa húsakonsertunum undir HeiMA-degnum páskaaftan 20. apríl eru tey, sum gera tað møguligt at halda hetta tiltakið, siga fyrireikararnir.

Føroyingar hava eina mentan har tað at ganga húsagongd er vanligt. Fyri okkum er gestablídni hjá HeiMA-vertunum av avgerandi týdningi. Uttan heimini er einki HeiMA.

Trappan, á veg inn, har ein hittir vertin fyrstu ferð. Gongin har ein sigur fyrstu setningarnar fyri at fáa samband millum gestir og vertir – og so inn í stovuna, har familjan hevur sínar gerandisdagar og bjóðar gestum inn. Í hesum privata rúminum, stovan, ið er so ymisk frá heimi til heim, har sleppa gestirnir at hoyra tónleik í sínum serliga heimliga umhvørvi. Upplivingin er nærverandi, og serlig bara fyri stovuna ein situr í. Í næsta heimi fær eina aðra uppliving, sjálvt við somu tónleikarum.

Summi velja at koma til Nólsoyar hendan dagin, bara tí at tey vita at eitt heim tey kenna eru við í tiltakinum. So fáa tey vitjað vinir og kenningar, og samstundis uppliva konsertir í heiminum tey vitja. Í ár er fjórða ferð, at vit skipa fyri HeiMA-degnum í Nólsoyarheimum, og tey flestu húsini hava verið við øll árini. Tað hava verið býtt um við 1-2 hús tá tað ikki hevur ligið fyri hjá onkrum, men annars eru tey somu við. Tað eru vit sera takksom fyri, siga fyrireikararnir.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder