Uttanlands

Artikektar skulu kappast um at sniðgeva nýtt spír

- Kappingin gevur okkum høvi at spyrja, um vit skulu endurskapa gamla spírið, ella um vit skulu geva Notre Dame eitt nýtt, sigur franski forsetisráðharrin, Edouard Philippe

Eldur í spírinum á Notre Dame (Mynd: EPA

Eldur í spírinum á Notre Dame (Mynd: EPA

2019-04-18 20:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár kunngjørdi franski forsetisráðharrin, Edouard Philippe, sambært DR, at skipað verður fyri altjóða kapping, har arkitektar kunnu senda inn boð til, hvussu nýggja spírið á Notre Dame skal síggja út.

Tað er enn ikki greitt, um nýggja spírið skal líkjast tí, sum brendi niður mánakvøldið, ella um dómkirkjan skal hava eitt heilt nýtt, tíðarhóskandi spír.

- Kappingin gevur okkum høvi at spyrja, um vit skulu endurskapa gamla spírið, ella um vit skulu geva Notre Dame eitt nýtt. Tað er sjálvandi ein stór uppgáva. Vit hava eina søguliga ábyrgd, sigur Edouard Philippe.

Myndugleikarnir vita enn ikki, hvussu nógv tað fer at kosta at byggja Notre Dame uppaftur, men longu nú eru fleiri mia. krónur latnar til endamálið.

Niðanfyri síggjast upptøkur frá, tá spírið fall mánakvøldið:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder