Uttanlands

20 ár síðani Columbine

Eric Harris og Dylan Klebold myrdu 13 fólk á skúla sínum, áðrenn teir gjørdu av við seg sjálvar

Víðagitna myndin, fanga av vakamyndatólinum í kantinuni, stutt áðrenn Eric Harris og Dylan Klebold báðir gjørdu av við seg við skotvápnum

Víðagitna myndin, fanga av vakamyndatólinum í kantinuni, stutt áðrenn Eric Harris og Dylan Klebold báðir gjørdu av við seg við skotvápnum

2019-04-20 15:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann 20. apríl 1999 gjørdist Columbine High School í Littleton í statinum Colorado heimskendur. Tað var ikki orsakað av framúr akamediskum ella ítrottarligum avrikum. Tað var tí, at tveir næmingar á seinasta ári knappliga fóru at skjóta frá hond, og hetta endaði við tí tá næstmest ógvusligu skúlaskjótingini í USA; einari ið tosað og kjakast hevur verið um síðani.

18-ára gamli Eric Harris og 17-ára gamli Dylan Klebold vóru ikki millum teir mest vælumtóktu næmingunum á Columbine. Teir hava síðani, útfrá nógvum upplýsingum, fingið diagnosirnar: kliniskir psykopat (Harris) og tunglyndi (Klebold). Eric var tann, ið veruliga vildi gera øðrum ilt. Teir løgdu ætlanir um eitt álop á skúlan ígjøgnum eitt ár, og tað var ikki hissini ætlan. Ungdómarnir høvdu gjørt fleiri bumbur, ið eftir ætlan skuldu bresta í kantinuni og drepa so nógv sum gjørligt. Teir skuldu síðani standa til reiðar uttanfyri og skjóta fólk sum royndu at flýggja frá spreingingini. Til seinast skuldu ógvusligar bumbur bresta í bilunum hjá drápsmonnunum, tá løgregla, miðlar og onnur vóru komin á staðið.

Ætlanin miseydnaðist. Tað var bert ein bumba hjá Eric Harris og Dylan Klebold, ið brast. Tað var ein stutt frá skúlnum, sum varð løgd fyri at órógva løgregluna, ið seinni fekk nógvan kritikk fyri at koma sent á s taðið og serliga fyri at gera ov lítið fyri at steðga skjótingini (álopi gekk fyri seg í næstan ein tíma). Tá greitt var, at eingin bumba í kantinuni brast, tóku teir mongu skotvápnini fram og byrjaðu at skjóta uttanfyri skúlanum. Har vórðu fyrstu lívini tikin. Síðani fóru tannáringarnir inn í skúlan at leita eftir fleri skúlafeløgnum, ið vóru byrjaðir at varnast, at okkurt var heilt galið. Inni á bókasavninum gjørdu Harris og Klebold skjótt av og drupu 10 og løstaðu nógv onnur uppá beint yvir sjey minuttir.

Eftir hetta varð ein roynd gjørd at gera nakað við bumburnar, sum lógu í kantinini; í taskunum hjá drápsmonnunum. Men teir fingu onki burtur úr tí, og eftir at hava vála runt eina løtu uttan at gera nakað, meðan nógv stúrdu fyri lívi sínum,  gjørdu Eric Harris og Dylan Klebold sjálvmorð á bókasavninum. Harvið tóku teir 15 lív tilsamans hendan dagin: Hjá 12 skúlafeløgum, einum lærara og síni egnu. 21 vóru álvarsliga særd av tilburðinum, og fleiri eru ongantíð av álvara komin fyri seg koprsliga; m.a. orsakað av kúlugunum í kroppinum orsakað av skotunum fyri tjúgu árum síðani. Nógv sum yvirlivdu høvdu tað eisini trupult sálarliga, og tað eru dømi um sjálvmorð orsakað av hendingini.

Síðani Columbine hevur ein rúgva av skúlaskjótingum verið í USA. Hendan er helst tann kendasta, og ein ið skapti nógv kjak um nógv ymisk viðurskifti. So sum: Happing á miðnámsskúlum, ávirkanina av ógvusligum teldispæli og tónleiki, tryggleika á skúlum og sterkan heilivág til tannáringar (drápsmennirnir tóku anti-depressivan heilivág). Tað sum mest kjak hevur verið um orsakað av Columbine, hevur tó verið "gun-control".  Hetta er eitt heitt og viðkvæmt evni, ið millum annað ver viðgjørt í kenda dokumentarinum hjá Micheal Moore: "Bowling for Columbine". Skotvápn eru í dag til staðar í flestu skúlum í USA, og í summum støðum hava lærarar eisini havt skotvenjing. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder