Innanlands

Hundaeigarafelag Føroya: Vísið varsemi og virðing fyri seyðinum

Um ein ær, sum skal lemba, sær hund, kann hon gerast so kløkk, at hon missir lambið

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-04-20 17:31 Author image
Alda Nielsdóttir

Nú lombini koma, heitir Hundaeigarafelag Føroya á hundaeigarar um at vísa varsemi og virðing fyri seyðinum, um teir ganga túr við hundinum, har seyður er.

Felagið skrivar soleiðis á Facebook:

Tað er ikki altíð bara bara hjá seyðinum at lemba. Ymsar orsøkir kunnu vera til tað.

Ein orsøk er, tá seyður sær hund. Um ein ær, sum skal lemba, sær hund, kann hon gerast kløkk. Tað kann eitt nú føra við sær, at lembingin ikki gongst væl, ærin kann missa lambið, og eisini kann hon missa mjólkina, og tí ikki vera før fyri at taka sær av lambinum.

Tí vilja vit við hesum heita á allar hundaeigarar um at vísa varsemi og virðing fyri seyðinum, um tit ganga túrar, har seyður er. Og ikki hava hundarnar leysar, har seyður er.

placeholder
placeholder