Uttanlands

Veðurlagsserfrøðingar ynskja at seta eittbarnspolitik í verk

Ein eittbarnspolitikkur í India og fleiri afrikonskum londum hevði verið til gagns fyri veðurlagið, halda serfrøðingar

Børn í India (Mynd: Visualhunt.com)

Børn í India (Mynd: Visualhunt.com)

2019-04-20 20:00 Author image
Alda Nielsdóttir

Vaksandi fólkatalið er størsti veðurlagstrupulleikin. Tað halda fleiri veðurlags- og umhvørvisserfrøðingar, sambært DR.

Sambært serfrøðingunum, kann hesin trupulleikin loysast við at seta ein eittbarnspolitik í verk í teimum londunum, har nógv ung fólk búgva.

Eitt nú verður peikað á India, har fólkatalið er ferfaldað, síðan landið gjørdist sjálvstøðugt í 1947.

Hetta eigur at verða gjørt, áðrenn fólkatalið veksur alt ov nógv fyri at minka um skaðan, halda teir.

Jørgen E. Olesen, professari á universitetinum í Aarhus, heldur, at ein líknandi skipan sum tann, sum var galdandi í Kina frá 1979 til 2015 hevði kunnað loyst trupulleikan.

- Trupulleikin er, at fólkatalið veksur, og at vit gerast ríkari, og hetta elvir til økta nýtslu og meira CO2-úrlát. Tess færri fólk vit hava, sum kunnu økja um nýtsluna, tess minni verður trupulleikin, sigur hann.

Eigil Kaas, veðurlagsprofessari á universitetinum í Keypmannahavn, heldur eisini, at fólkatalið er størsti veðurlagstrupulleikin.

Hann heldur eisini, at ein eittbarnspolitikkur hevði hjálpt.

- Eg eri fullkomiliga samdur í, at mann átti at avmarka tað. ST burdi lagt størri trýst á londini hesum viðvíkjandi, men tað er torført, tá sovorið sum religión, fyribyrging og fosturtøka verður blandað uppí, sigur hann.

placeholder
placeholder