Mentan

Fernisering 2. Páskadag við Edith Mørkøre

Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, verður framsýning við Edith Mørkøre í ORKIS í Runavík

2019-04-20 21:32 Author image
Alda Nielsdóttir

Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum verður í døgunum 22. til 28. apríl, verður fernisering 2. páskadag í ORKIS á Glyvravegur 17. Dyrnar lata upp klokkan 16.

Tað er Edith Mørkøre, ið sýnir fram grafikkprent, tekningar og akrylmálningar í hugnaliga og blomstrandi umhvørvinum.

Til ferniseringina verður eisini okkurt gott til góman.

Framsýningin er opin soleiðis:

Mánadagin: 16.00 - 17.30

Týsdagin: 10.00 - 17.30

Mikudagin: 10.00 - 17.30

Hósdagin: 10.00 - 17.30

Fríggjadagin: 10.00 - 24.00

Leygardagin: 10.00 - 20.00

[object Object]

placeholder
placeholder