Uttanlands

Frakland: Fleiri løgreglufólk gera sjálvmorð

Í ár hava 28 løgreglufólk í Fraklandi tikið sítt egna lív

Løgreglufólk á gøtunum í París í dag (Mynd: EPA)

Løgreglufólk á gøtunum í París í dag (Mynd: EPA)

2019-04-20 22:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin tóku tvey løgreglufólk í Fraklandi sítt egna lív.

Ein var ein 48 ára gomul løgreglukvinna við tveimum børnum, sum skeyt seg sjálva á skrivstovu sínari í Montpellier. Annar var ein 25 ára gamal løgreglumaður, sum skeyt seg sjálvan í heimi sínum.

Sostatt hava 28 løgreglufólk í Fraklandi nú tikið sítt egna lív í ár.

Sambært keldum úr franska innlendismálaráðnum er hetta eitt óvanliga høgt tal.

Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar hjá fronsku løgregluni, og løgreglufólk drukna í yvirarbeiði. Sambært fakfeløgunum, eru ógvusligar uppgávur eisini blandaðar uppí hetta.

Í dag vóru gulu vestarnir úti á gøtunum og mótmæltu 23. vikuna á rað, og tá vóru ein rúgva av løgreglufólki aftur til reiðar, tí hóast talið av mótmælisfólkum er minkað, brúka mótmælisfólkini enn harðskap í nógvum førum.

Les eisini: Milliardir verða savnaðar inn til Notre Dame: Gulu vestarnir eru í øðini

Løgreglufólkini greiða sjálvi frá, at arbeiðið er bæði fysiskt og psykiskt krevjandi, skrivar DR.

Tað er ikki bert yvirarbeiðið, sum er orsøkin, men eisini nógvu samanbrestirnir við mótmælisfólk. Harafturat siga keldur úr fronsku løgregluni, at nógv løgreglufólk hava samkenslu við gulu vestunum.

Christophe Castaner, franskur innlendismálaráðharri, lovaði í farnu viku at herða sjálvmorðsfyribyrgingarátøkini, sum vórðu sett í verk í fjør, tá tilsamans 68 trygdarfólk tóku lívið av sær.

Hann ætlar m.a. at seta á stovn eina sjálvmorðsfyribyrgingardeild, sum skal halda eyga við "starvsfeløgum, sum eru í vanda" og syrgja fyri, at tey fáa hjálp frá sálarfrøðingi.

Eisini ætlar hann, at 10.000 løgreglufólk afturat skulu setast í starv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder