
Um tú vart á PAZ í gjár, so skuldi tú av við 3.200 krónur fyri mat- og vínmenu. Um tú bíleggur borð í dag, skalt tú rokna við at skula av við 4.600 krónur fyri tað sama.
So stóran týdning hava Michelin stjørnurnar fyri eina matstovu. 1.400 krónur pr. gest – 700 krónur pr. stjørnu.
Tá PAZ lat upp fyrst í apríl var kostnaðurin fyri matin (tasting menu) 1.800 krónur, fyri vínskránna (wine pairing) 1.400 krónur og fyri rúsfríar drykkir ístaðin fyri vín (non-alchholic pairing) 700 krónur.
Í dag eru prísirnir, sambært paz.fo, broyttir til ávikavist 2.500, 2.100 og 995 krónur.
(Tekstur rættaður. Samlaði prísurin í dag er ikki 4.500, men 4.600 krónur.
Kl. 23: Ein lítil broyting í tekstinum fyri at rætta faktuellan feil viðvíkjandi bíleggingarskipanini, tí tað er einans matarskránna, ið goldið verður fyri, tá borð verður bílagt. Drekkivørurnar verða goldnar á staðnum fyri galdandi dagsprís. Paz ger eisini vart við, at tað eru summi, ið ikki keypa drykkivørur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald