Innanlands

Fleiri fólk viltust í haganum í gjár

Mjørki kom í tveimum førum á fólk

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-04-22 10:37 Author image
Ari av Rana

Løgreglan fekk í tveimum førum í gjár fráboðanir um fólk, sum vóru vilt í haganum. Veðrið var gott um morgunin, og tí kom óvart á fólk, tá mjørki kom á tey uppi í fjøllunum.

Fyrsta fráboðanin kom klokkan 15:43. Ein føroyingur var farin at ganga í haganum við Skælingsfjall, men tá mjørkin kom á hann misti hann gøtuna burtur. Tað var kolasvart í mjørka og tí var ikki hugsingur um at senda tyrluna at leita eftir manninum.

Løgreglan fekk fatur á einum staðkendum, sum fór at leita. Hesin fann mannin lítla løtu seinni.

Bert fýra minuttir eftir fyrstu fráboðanin, t.v.s. kl. 15:47, kom næsta fráboðanin. Tríggir útlendingar vóru farnir í hagan á Suðuroynni, tá mjørkin kom á tey. Tey vóru farin onkustaðni upp í Vági og skuldu fylgja el-steyrunum til Hovs. Men tá mjørkin kom á tey sóu tey einki og vistu ikki hvar tey vóru.

Løgreglan í Suðuroy sendi ein staðkendan avstað og útlendingarnir vóru funnir hálvan annan tíma seinni. Tey vóru funnin beint norðanfyri Borgarknapp.

Hóast útlendingarnir vóru væl ílatnir høvdu hesir fingið karm. Men teir komu aftur í øllum góðum.

placeholder
placeholder