Mentan

Boða gleðiboðskapin á Eysturlandinum

Lærusveinaskúlin Podas farin til Íslands at halda gudstænastur

2019-04-22 18:22 Author image
Ingi Samuelsen

Í dag fór eitt toymi hjá lærusveinaskúlanum Podas til Eysturlandið í Íslandi. Hetta er fjórða ferðin í trý ár, at Podas vitjar Ísland.

Endamálið hjá Podas er at knýta vinabond til brøðratjóð okkara fyri vestan og at boða gleðiboðskapin um Jesus. Á skránni eru gudstænastur á ellisheimum á Eysturlandinum um dagin og samkomur í kirkjum um kvøldið.

Við á ferðini eru: Liljan Midjord, Tórshavn, Jonna Hansen, Tórshavn, Hervonna Rein, Tórshavn, Marianna Gullaksen, Kollafjørður, Vivi Hammer, Kollafjørður, Rúni Sunnleifsson Jacobsen, Tórshavn, Kristian á Reynatrøð, Leirvík, Petur Fonsdal Johannesen, Skála, Petur Poulsen, Skopun, Nikulás Leó Jóhanesen, Skopun, Sverri Steinhólm, Tórshavn, Bergur Debes Joensen, Argir, og Helgi Joensen, Eskifjørður, Ísland. Ólavur Jacobsen, sum starvast á Ørkini í Reykjavík, og Vónbjørt eru við teir fyrstu dagarnar.

Í morgin eru tey á Egilsstøðum, mikudagin á Egilstøðum og Seyðisfirði, hósdagin í Egilstøðum, Djúpavogi og Neskaupstaði, leygardagin í Vopnafirði, sunnudagin á Egilstøðum, mánadagin í Höfn og týsdagin 30. apríl í Eskifirði.

 

placeholder
placeholder