Uttanlands

Enn ein bumba brostin í Colombo

Finna framvegis spreingiløðingar í høvuðsstaðnum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-04-22 17:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn ein bumba brast í dag í høvuðsstaðnum í Sri Lanka, Colombo.

Reuters skrivar, at tað var ein bilur, sum sprongdist nærhendis kirkjuna, sum eisini varð rakt av eini spreinging í gjár, St. Anthony’s kirkjan.

Sagtverður, at spreingingin hendi, tá servandar herdeildir kannaðu ein bil. Ongin kom til skaða av spreingingini.

AP tíðindastovan skrivar, at løgreglan kannaði vøruvognin, eftir fráboðanir um, at hann hevði staðið parkeraður nærhendis kirkjuna síðani sunnudagin.

Fyrr í dag vóru ikki færri enn 87 spreingiløðingar funnar á eini busstøð miðskeiðis í høvuðsstaðnum í Sri Lanka. 12 av spreingiløðingunum vóru spjaddar kring um á støðini, meðan 75 lógu í eini ruskspann, skrivar Ritzau.

Tilbúgvingin í Colomboer á hægsta stigi í dag eftir spreingingarnar í gjár, bæði í høvuðsstaðnum og kring um í landinum. Talið av deyðum frá teimum átta bumbuálopunum ernú komið upp á 290, meðan 500 eru særd.

Løgreglan hevur illgruna til ein lokalan víðgongdan islamistiskan yvirgangsbólk. Kannað verður eisini, um bólkurin kann hava gjørt illgerðirnar í samstarvi við altjóða yvirgangsbólkar, skrivar dr.dk. 

Les eisini: Ríkasti maður í Danmark mist trý børn í álopinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder