Mentan

Tríggjar heiðurslønir til eldsálir innan barna- og ungdómsarbeiði

Á landsfundinum hjá Føroya Ungdómsráð vóru heiðurslønir latnar til eldsálir innan sjálvboðið barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum

Lív Justinussen tók ímóti heiðurslønini vegna verkætlanina

Lív Justinussen tók ímóti heiðurslønini vegna verkætlanina "Øll hava rætt til góð barnaár"

2019-04-23 06:49 Author image
Tíðindaskriv

Formaðurin í FUR, Rói B. Poulsen handaði heiðurslønir til verkætlanina Øll hava rætt til góða barnaár hjá Blákross Ungdómi, til Anniku Eidesgaard, skrivara hjá CISV Altjóða Barnalegur og til Martin Kúrberg, leiðara á viðgerðarheiminum Frælsið á Eiði.

Øll hava rætt til góða barnaár
Verkætlanin Øll hava rætt til góða barnaár hjá Blákross Ungdómi fekk heiðursløn fyri, at bjóða børnum og ungum, ið hava foreldur við rúsdrekka- ella rúsevnistrupulleikum samrøður í bólkum.

Fólk flest í samfelagnum eru bangin fyri, at seta orð á trupulleikan, og tí kunna hesi børn og ungu føla, at tey ongastaðni hava at venda sær.

Verkætlanin er eitt trygt stað, sum ger stóran mun í lívinum hjá hesum børnum, ungum og familjum teirra.

[object Object]Annika Eidesgaard, aðalskrivari hjá CISV og Rói B. Poulsen, formaður í FUR

Annika Eidesgaard, skrivari hjá CISV
Annika Eidesgaard fekk heiðursløn fyri, at hava gjørt eitt megnar arbeiði at fyriskipa atljóða CISV legur, bæði tá legur hava verið í Føroyum og eisini, tá Føroyar senda børn og ung aðrastaðni.

Børn og ung hava fingið upplivingar fyri lívið, og hava knýtt vinarsambond kring allan heimin.

[object Object]Martin Kúrberg, leiðari av viðgerðarheiminum Frælsið, saman við Róa B. Poulsen formanni í FUR

Martin Kúrberg, Frælsið
Martin Kúrberg er leiðari av viðgerðarheiminum Frælsið á Eiði, sum er eitt avvenjingartilboð fyri ungdóm í aldrinum 18-24 ár, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum.

Martin Kúrberg fekk heiðursløn fyri at vera ein brennandi eldsál at hjálpa ungum, sum eru bundin av rúsevnum. Martin er ein fyrimynd fyri øll ung um, at tað er ein vón fyri ung við rúsevnistrupulleikum og at vit hava eina samfelagsliga skyldu, til at hjálpa øðrum.

FUR er felagsumboð fyri landsumfatandi barna- og ungdómsfelagsskapir í Føroyum – 54 barna- og ungdómsfelagsskapir, harav 22 limafeløg og 32 lokalfeløg.

FUR umboðar umleið 4.000 børn og ung í Føroyum, sum eru virkin í sjálvbodnum felagsskapum við fjølbroyttum frítíðarvirksemi innan sjónleik, tónleik, føroyskan dans, kórsang, fráhaldsvirksemi, politisk ungmannafeløg, mannarættindi, kristiligt barna- og ungdómsvirksemi, millumlanda barnalegur, lestrarumbýti, skótar og annað barna- og ungdómsarbeiði kring alt landið.

Heiðursløn FURs er eitt heiðursbræv og ein heiðursløn uppá millum 5.000 og 10.000 krónur.

Endamál FURs við at lata heiðurslønina er, at:
• geva eldsálum innan barna- og ungdómsfelagsarbeiði viðurkenning
• geva barna- og ungdómsfeløgum viðurkenning fyri teirra arbeiði
• vekja áhuga millum børn og ung fyri sjálvbodnu barna- og ungdómsfelagsskapunum
• vísa á samfelagsliga týdningin, sum arbeiði hjá sjálvbodnum barna- og ungdómfelagsskapum hevur kring alt landið 

placeholder
placeholder