placeholder
Uttanlands

Álopini í Sri Lanka vóru hevnd fyri Christchurch

Álopini vóru hevnd fyri at ein maður leyp á tvær moskur í Christchurch í Ný Sælandi í farna mánaði og drap 50 fólk

2019-04-23 11:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fleiri ógvusligar spreingingar vóru í Sri Lanka páskadag, har lopið varð á hotellir og kristnar kirkjur. Higartil er talið á teimum deyðu komið upp á 321 fólk, meðan fleiri enn 500 eru særd.

Nú siga myndugleikarnir í Sri Lanka, at okkurt týðir á, at talan er um eina hevndaratsókn fyri álopini á tvær moskur í Ný Sælandi tann 15. mars, har ein maður skeyt frá hond og drap 50 fólk, meðan hann særdi 39 fólk.

Myndugleikarnir siga, at tað eru víðgongdu islamistisku bólkarnir National Thawheed Jama’ut (NTJ) og Jammiyathul Millathu Ibrahim (JMI), sum framdu bumbuálopini í Sri Lanka.

Serfrøðingar sáa tó iva um talan er um hevndaratsókn, tí at bumbuálpoini allarhelst hava tikið longri enn ein mánað at leggja til rættis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder