placeholder
Innanlands

Maria nýggjur leiðari í Depilinum fyri Heilsu- og Almannagransking

Maria Skaalum Petersen stendur á odda fyri stovninum, sum byrjaði sítt virksemi í 2016

Mynd: Fróðskaparsetur Føroya

Mynd: Fróðskaparsetur Føroya

2019-04-23 13:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fróðskaparsetur Føroya (FF), Landssjúkrahúsið (LS) og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (DfAA) undirskrivaðu í 2014 samstarvsavtalur. Avtalurnar hava millum annað til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum.

Tá Sjúkrakassaskipanin varð avtikin, varð avlopspeningur settur í grunn, nevndur
Sjúkrakassagrunnurin, ið hevur til endamáls at menna heilsuøkið í Føroyum.

Ein partur av samstarvinum millum omanfyri standandi stovnar er Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking sum byrjaði sítt virksemið í 2016.

Verulig ferð er nú komin á heilsugransking í Føroyum, og í 2018 komu ímillum 70-80 vísindaligar greinar út í altjóða tíðarritum frá hesum trimum stovnunum, sum mynda Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking. Depilin hýsir í dag fleiri PhD-verkætlanum. Eisini eru føroysku heilsugranskararnir í størri mun enn áður høvuðsgranskarar á teimum verkætlanum, sum verða gjøgnumførdar, og fjølbroytni á evnum og granskingarhættum er nógv størri, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuni.

Magni Mohr, dekanur og professari á Fróðskapararsetrinum, sum hevur verið leiðari í Deplinum seinastu trý árini, leggur frá sær og verður nú partur av stýrisbólkinum.

- Depilin er ein platformur fyri allar heilsugranskarar í Føroyum, og menningin innan heilsugranskingarøkið hevur verið ómetaliga stór síðan Depilin var stovnsettur, sigur Magni Mohr, sum nú handar stafettina víðari til Mariu Skaalum Petersen.

Maria er lektari á Fróðskaparsetrinum og royndur granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almennaheilsu. Hon hevur sitið í stýrinum seinastu tvey árini og verður nú nýggjur leiðari.

- Eg gleði meg at menna Deplinin longur fram á leið, soleiðis at virksemið kann økjast og heilsugransking kann gerast meira sjónlig og avgerandi í samfelagnum, sigur Maria Skaalum Petersen.

Í stýrinum fyri Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking” sita Kasper Kyhl (LS), Pál Weihe (DfAA), Sigurð í Jákupsstovu (FF) og nú eisini Magni Mohr (FF).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder