Innanlands

- Náttúruvernd og samfelagsmenning skal ganga hond í hond

Sirið Stenberg heldur at tað skal verða møguleiki at kæra í sambandi við eina avgerð um friðing sum til dømis við Koks

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-04-24 20:11 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Eg kann ikki siga, hvussu úfallið hevði verið viðvíkjandi Koks. Kanska hevði niðutsøðan verið tann sama. Men kjarnin í hesum er, at tá tílíkar avgerðir skulu takast, skal kommunan ella lokalur myndugleiki verða ein týðandi partur áðrenn ein faklig avgerð verður tikin. Og um tú ert ósamdur, skalt tú kunna kæra. 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, sum hevur gjørt nýggja náttúru margfeldislóg, sum liggur í tinginum nú. Portalurin skrivaði fyrr í dag, at um nýggj lóg, sum avtekur friðingarnevndirnar verður samtykt, hevði tað kunna givið Koks fleiri kærumøguleikar. Men Sirið Stenberg sigur at nýggja margfeldislógin, sum eisini liggur í tinginum nú, hevði gjørt tað møguligt hjá friðingarmyndugleikum at givið Koks møguleika at halda fram við sínum virksemi at byrja við. 

Les eisini: Nýggj lóg gevur Koks fleiri kærumyndugleikar 

- Ein myndugleiki tekur eina avgerð, skal hann lýsa hvørjar árin avgerðin hevur fyri náttúruna. Men hann kann gott viða tað upp ímóti øðrum viðurskiftum. Í hasum førinum kundi tað eitt nú verði, at tað er týdningarmiklari fyri Føroyar sum ferðavinnuland, at man hevði Koks har í tvey ár afturat, sigur landsstýriskvinnan. Hon dylur ikki fyri, at hon er kedd av at Koks ikki hevur fingið loyvi at halda fram við Gjónna á Leynum. 

- Eg haldi tað er ræguliga óheppið. Endamálið við nýggju margfeldislógini er, at náttúran, burðardygt brúk og samfelagsmenning skulu kunna ganga hond í hond, greiðir hon frá. Hon afturvísir, at hettar er nakað, sum er gjørt fyri at bjarga Koks. 

- Vit hava arbeitt við uppskotinum um nýggja margfeldislóg í tvey ár. Tað er eitt stórt arbeiði, sum skal broyta hvussu vit hugsa um náttúruna, sigur Sirið Stenberg. 

Snýr seg eisini um rættartrygd 
- Vit vilja broyta allan tann mátan, sum vit umsita náttúruna uppá, staðfestir landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum. Hon sigur at tað er týdningarmikið at verja náttúruna, men hon heldur eisini at tað ikki eigur at merkja, at onki brúk kann verða burturúr náttúruni. 

- Man skal tryggja tað, at talan er um burðardygt brúk. Tað skal sjálvandi verða møguligt at friða eitt økið, um tað hevur serligan týdning og at fólk skal gjalda fyri uppruddingina, um eitt nú olja er likin í økinum, greiðir hon frá. 

Tað verður Umhvørvisstovan, sum eitt nú fer at umsita friðingarmyndugleikan fyri landsstýriskvinnuna. Sum nú er, hevur friðingarnevndin, sum er ein dómaranevnd, ligið uttanfyri vanligar kæruskipanir í landinum. Tað vil siga, at tað ikki ber til at føra rættarmál við einum máli, sum yvirfriðingarnevndin hevur tikið avgerð um. Sirið Stenberg heldur tað vera keðiligt fyri rættartrygdina. 

- Hendan margfeldislógin avtekur hesar yvirfriðingarnevndinar. Man skal kunna kæra, um man er ósamdur við einari avgerð, sigur Sirið Stenberg at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder