Innanlands

Matstovurnar eiga at sleppa at innflyta vínið sjálvar

Ein lítil tillaging av rúsdrekkalóggávuni kann fáa stóra ávirkan á alla vinnuna, heldur stjórin í Vinnuhúsinum

(Mynd: visualhunt.com)

(Mynd: visualhunt.com)

2019-04-25 16:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ein stórur bági fyri føroysku matstovuvinnuna, at hon ikki hevur møguleika at innflyta sínar egnu drykkivørur.

Tað eru fleiri lond, sum hava eina skipan við einkarrætti, tá tað kemur til sølu av rúsdrekka, grannar okkara Ísland, Noreg og Svøríki millum annað. Men Føroyar eru einasta land í heiminum, har landið hevur einkarrætt til innflutning av rúsdrekka.

Hetta kom fram á einum ferðavinnutiltaki, sum Gist & Vist samtaki helt í Kongshøll á Vestaru bryggju í gjár. Talan var um ein starvsfólkadag fyri fyri tey, sum eru í vinnu í teimum yvir 20 veitingarstøðunum hjá Gist & Vist samtakinum - tiltakið varð tó víkðað til at vera eitt tiltak fyri onnur áhugað innan ferðavinnu.

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, segði í síni framløgu, at tað er neyðugt, at umstøðurnar hjá matstovuvinnuni verða tillagaðar. Talan er um heilt smáar tillagingar, sum kunnu fáa stóra ávirkan á eina heila vinnu, sum hevur fingið og fær alsamt størri týdning fyri Føroyar og føroyska búskapin.

Og her nevnir hon innflutningin av víni sum eina tiltrongda nýskipan.

Eina betri uppliving
Á tiltakinum varð vístur brot úr einum filmur, sum Ferðavinnufelagið hevur gjørt um støðuna, sum eftir teirra tykki ikki er tolandi. Boðskapurin er, at við at loyva fleiri innflytarum framat, so lættir hetta munandi um arbeiðsumstøðurnar hjá vinnuni, og gevur kundanum eisini eina betri uppliving á matstovunum.

Og talan er ikki um at linka strongu krøvini, sum eru á rúsdrekka í løtuni, verður staðfest.

Jóanes Jensen, stjóri í Gist & Vist vísti undir tiltakinum á – eins og hann hevur gjørt fleiri ferðir fyrr – at tað ikki gevur nakra meining, at almenna rúsdrekkasølan skal vera eitt eyka millumlið í innflutninginum av víni, sum tekur eitt avgjald ella avansu upp á góð 20 prosent fyri als onga tænastu at geva afturfyri.

Fyri matstovuvinnuna hevur málið týdning í nógvum viðurskiftum. Ikki minst samskiftið við innflytararnar av víni. Tá eitt minstakrav er fyri nøgdini, ið verður innflutt, gerst margfeldið í útboðnum nógv minni, og matstovur hava ikki møguleika fyri at gera avtalur beinleiðis við vínframleiðara og harvið fáa eitt meira fjølbroytt og spennandi úrval av víni.

Politikarar vilja ikki nerta
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum harmast um, at politiska skipanin ikki sær sjálvfylgjuna í hesum tørvi og ikki vil gera nakað við málið, tí rúsdrekkalóggávan er eitt øki, sum politikarar ikki so fegin vilja nerta.

- Tað kann ikki passa, at ein altjóða viðurkend við tveimum Michelinstjørnum ikki sleppur at keypa og innflyta sítt egna vín, segði Marita Rasmussen.

Umframt tvørligu viðurskiftini kring innflutning av drykkivørum, vóru evnini á tiltakinum í Kongshøll í gjár burðardygd í ferðavinnuni, intagrasjón og vøkstur í matstovu- og ferðafólkavinnuni.

Les blogg hjá Birgiri Kruse um tiltakið  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder