Mentan

Hvarv við nýggjum staklagi - Leitar tú elskandi?

11. mars, gav bólkurin Hvarv út lagið “Sálarfrændi Mín”, og nú herjar Hvarv á aftur, og gevur út lagið "Leitar tú elskandi?".

(Mynd: Jón T. Einarsson)

(Mynd: Jón T. Einarsson)

2025-07-17 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lagið, sum er komið út í dag verður útgivið í samstarvi við Tutl, og er at finna at flest øllum talgildum pallum.

Hvarv er bólkur, ið er settur saman av tónleikarum, ið hava uppruna í ymsum bólkum, men sum tó hava samstarvað í mong, mong ár. Helt síðani miðskeiðis í nítiárunum, hava hesir bólkalimirnir samstarvað, summir meir og summir minni. Allir hava so ella so tilknýti til Suðuroynna. Bólkurin er sum so ongantíð givin, men hevur havt støðg av og á í longri og styttri tíðarskeið.

Í 1997 var Hvarv við á savnsútgávuni Rock í Føroyum 2 við lagnum Fortíð, Nútíð, Altíð. Og í 2000 var Hvarv við á útgávuni Vælskapt Brek við lagnum Vovið av Guði.
11. mars 2025 kom út “Sálarfrændi Mín” og nú kemur so enn eitt lag, nevniliga “Leitar tú elskandi?”

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Dagfinn Olsen og Hjalmar Magnussen hava skrivað orð, og Dagfinn Olsen skrivaði lagið.

Fasta manningin í bólkinum í 2025 er henda: Hjalmar Magnussen (guitar og sang), Dagfinn Olsen (bass, kór), Neil Joensen (guitar, kór), Dánjal Jákup Wiberg Holm (trummur).

“Leitar tú elskandi?” er tikin upp í Bakkastudio hjá Tróndi Enni, og hann syngur eisini kór á lagnum, og tað ger Harry M. Suðuroy eisini.

Mix og mastring fór fram í IntroVers Studio við Hans Poulsen við knøttarnar, og hann spælir eisini tangentar og annað á lagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder