
Tríggjar bøtur vórðu givnar fyri ferð í ferðsluni í gjár.
Hesum boðar vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn frá. Í tveimum førum var talan um motorsúkklur.
Tann eina hevði eina miðalferð á beint yvir 100 km/t í Vágatunnlinum, og umleið sama ferð varð máld hjá einari aðrari motorsúkklu, sum stutt seinni koyrdi millum Effo og rundkoyringina í Kollfjarðardali.
Í Klaksvík varð ein persónsbilur steðgaður fyri at koyra 57 km/t í einum 30 km/t øki.
Allir hesir førararnir fáa bót og klipp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald