Uttanlands

USA og Venesuela býta um fangar

252 fangar úr Venesuela og tíggju amerikanarar vórðu leyslatnir í gjár

Fangar á veg úr El Salvador i gjár (Mynd: Reuters)

Fangar á veg úr El Salvador i gjár (Mynd: Reuters)

2025-07-19 18:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin var stórt fangabýti millum USA og Venesuela.

252 migrantar, sum vórðu vístir úr USA og fluttir til eitt fongsul í El Salvador vórðu leyslatnir í býti fyri tíggju amerikanskar ríkisborgarar, sum hava verið afturhildnir í Venesuela, boða USA og Venesuela frá sambært Ritzau.

Umframt teir teir tíggju amerikanararnir, hevur avtalan millum londini eisini við sær, at 80 politiskir fangar í Venesuela skulu leyslatast.

Í mars vórðu yvir 200 migrantar úr Venesuela vístir úr USA til El Salvador, har teir vórðu koyrdir í fongslið Centro de Confinamiento del Terrorismo, sum hevur pláss fyri 40.000 fangum.

Fyri at framja hesar útvísingarnar hevur amerikanski forsetin, Donald Trump brúkt 227 ára gomlu lógina Alien Enemies Act, sum fyrr bert er blivin brúkt í krígstíð.

Grundgevingin hjá Trump-umsitingini hevur verið, at hesir migrantarnir vóru limir í harkaliðnum Tren de Aaragua. Familjur hjá nógvum teirra vilja tó vera við, at hetta ikki er satt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder