Mentan

Um at vera útselt á ársins G! festivali

Einans 100 dagsatgongumerki eru eftir til sølu. Mest vitjaði G! festivalurin í 20 ár

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-19 15:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

G! festivalurin er nógv tann mest vitjaði í 20 ár. Hesum boðar fyriskipararnir frá í dag.

Einans 100 dagsatgongumerki eru eftir til sølu verður sagt.

Tað var nógv fólk tá Eivør spældi á Gøtusandi í gjár, og nú eru tey farin undir seinasta dagin á G! festivalinum í Syðrugøtu.

Í kvøld spælir stóra høvuðsnavnið Kaleo umframt nøvn sum eitt nú Hallur Joensen, Sissal og Hamradun.

Tilsamans 5000 atgongumerki verða seld á G! festivalinum.

--

FM1 sendir beinleiðis úr Syðrugøtu klokkan 17. Prátað verður við fyriskiparar, festivalgestir og onnur. Petur Asbjørn Lervig er vertur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder