
Tað verða ikki seld fleiri atgongumerki til G! festivalin í ár. Tað er útselt.
Undirtøkan fyri G! hevur í ár verið tann besta í 20 ár, og meðan Jazzygold spældi á stóra pallinum, fór øl skipanin hjá NETS í baklás, tí tók tað eina góða løtu at selja seinastu atgongumerkini, men nú eru tey eisini seld, siga fyriskipararnir.
Í løtuni spælir Hallur Joensen á Sandinum
Seinni spæla Kaleo, Hamradun, Sissal, Marius DC, Stuzzi, Sun Dog, Silent Disco, Cult Member og 2 X DJ Slay og Trygva.
Hallur Joensen (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald