Innanlands

Tríggjar bøtur í Havn

Tá løgreglan kannaði ferðsluna í gjár, vórðu nakrir bilførarar tiknir fyri at koyra uttan trygdarbelti

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-07-20 15:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu trý mál skrivað, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Talan var um tríggjar bilførarar, sum koyrdu uttan trygdarbelti. Tað er ikki loyvt, og fáa teir eina bót fyri tað.

Allir tríggir vórðu steðgaðir í Havn millum klokkan 10.30 og klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder