Uttanlands

Zelenskyj vil hava fund við Russland í komandi viku

Tørvur er á einum fundi á leiðslusøði, sigur ukrainski forsetin – Russland er til reiðar at samráðast, men málini hjá Russlandi eru greið, sigur talsfólk hjá russisku stjórnini

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-07-20 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyjr vil hava fund við Russland í komandi viku fyri at seta gongd aftur á samráðingarnar um vápnahvíld.

– Vit noyðast at gera alt, hvat vit kunnu, fyri at fáa eina vápnahvíld. Russiska síðan skal steðga við at bera seg undan avgerðum í mun til fangabýti, heimsending av børnum og ein enda á drápinum, segði forsetin í røðu leygarkvøldið sambært Ritzau.

Hann sigur, at tørvur er á einum fundi á leiðslustøði, og Ukraina er til reiðar til ein slíkan fund.

Um sipað verður til ein fund millum Zelenskyj og russiska forsetin, Vladimir Putin, er ikki greitt, men ukrainski forsetin hevur áður boðað frá, at hann ynskir at hitta Putin.

Russland til reiðar at samráðast
Rusiska tíðindastovan Tass skrivar, at russar hava fingið eitt uppskot frá Ukraina um ein fund.

Seinastu samráðingarnar hava verið í turkiska býnum Istanbul. Tvey samráðingarumfør hava verið.

Russland er til reiðar til fleiri samráðingar, sigur talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov, men tað, sum Russland leggur dent á, er at náa sínum málum, og tey málini eru greið, sigur hann.

Russland hevur m.a. áður boðað frá, at landið ikki ynskir at geva upp ukrainsk øki, sum russar hava hertikið undir krígnum. Ukraina hevur hinvegin noktað at gingið teytunum hjá Russlandi á møti.

Fyrr í vikuni hótti amerikansk forsetin, Donald Trump við at seta í verk revsitiltøk móti Russlandi og leggja toll á russiskar vørur, um Russland ikki ger eina avtalu um vápnahvíld innan 50 dagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder