Uttanlands

Avhoyring av Netanyahu aftur útsett

Seinastu tíðina eru fleiri rættarfundir avlýstir í sambandi við málið móti ísraelska forsætisráðharranum, sum er ákærdur fyri mutur – Grundgevingin hesa ferð er, at hann hevur fingið mateitran

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2025-07-21 07:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

 Í dag og í morgin átti ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu at vitnað í rættinum í sambandi við málið, har hann er ákærdur fyri mutur, men rættarfundirnir eru útsettir.

Orsøkin er, at hann hevur fingið mateitran, sigur skrivstova hansara sambært The Times of Israel

Sagt verður, at Netanyahu fer at arbeiða heimanifrá komandi tríggjar dagarnar.

Eftir at hava gjøgnumgingið læknajournalin hjá Netanyahu hevur ríkisákærin játtað at útsett rættarfundirnar. Netanyahu skal tó geva vitnisfrágreiðing sína, áðrenn vikan er av.

Seinastu tíðina eru fleiri rættarfundir avlýstir í sambandi við málið móti Netanyahu, og tí verður heitt á hann um at vitna mikudagin ella hósdagin, skrivar Ritzau.

Síðst í juni varð ein rættarfundur m.a. útsettur, tí at rætturin hevði fingið nýggjar upplýsingar frá m.ø. Netanyahu og stjoranum fyri ísraelsku fregnartænastuna Mossad, varð sagt.

Netanyahu er skuldsettur í trimum málum, sum verða viðgjørd samstundis. Hann og kona hansara, Sara Netanyahu eru skuldsett fyri at hava fingið gávur frá einum amerikonskum filmsframleiðara og avstralskum milliardingi í býti fyri politiskar tænastur.

Eisini er Netanyahu skuldsettur fyri at hava roynt at gera eina avtalu við ísraelska miðilin Yediot Ahronot fyri at fáa meira jaliga umrøðu.

Netanyahu noktar seg sekan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder