Uttanlands

Ísraelski herurin farin inn í nýtt øki av Gazageiranum

Ísrael hevur í dag sent stríðsvognar inn í býin Deir al-Balah mitt í Gazageiranum, har ísraelski herurin ikki áður hevur framt landálop

Ísraelskir stríðsvognar við markið til Gaza 14. mai (Mynd: EPA)

Ísraelskir stríðsvognar við markið til Gaza 14. mai (Mynd: EPA)

2025-07-21 12:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael hevur í dag sett í verk nýggj álop á býin Deir al-Balah mitt í Gazageiranum, har ísraelski herurin ikki hevur framt landálop áður.

Sambært fleiri tíðindastovum hevur Ísrael í morgun sent stríðsvognar inn í økið, har ísraelski herurin sambært keldum heldur, at nakrir av gíslunum, sum enn eru eftir í Gazageiranum, møguliga verða hildnir.

Sunnudagin heitti Ísrael á palestinar um at leita sær burtur frá økinum kring Deir al-Balah. Økið er annars longu fylt við túsundatals burturriknum palestinum úr sunnara parti av Gaza.

Læknar í Gaza upplýsa, at í minsta lagi tríggir palestinar eru dripnir og fleiri aðrir særdir av skotum frá stríðsvognum, sum hava rakt átta hús og tríggjar moskur í økinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder