Innanlands

Drápið er av

Millum 80 og 100 hval løgdu beinini á sandinum í Sandavági fyri løtu síðani

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-04-29 08:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað varð mett at vera ein lítil grind, tá teir fóru undir at reka í morgun út fyri Presttanga. Men nú grindin liggur deyð á sandinum í Sandavági verður mett, at talið av hvalum er onkrastaðni millum 80 og 100.

Tað upplýsir Finnbogi Midjord sýslumaður. Grindin doyði her nakað fyri klokkan 9 í morgun.

Tað var útróðrarbáturin Bjørt úr Miðvági, sum fann grindina beint fyri klokkan sjey í morgun.

24 bátar luttóku í rakstrinum. Hóast tað ikki var tað heilt stóra talið av fólki á sandinum, so gekst drápið væl, sigur Finnbogi Midjord, sum metir, at tað tók millum 10 og 15 minuttir at fáa lívið av grindini.

Hon var eitt sindur stygg, og tí gjørdu ikki allir hvalirnir landgongd, so teir seinastu máttu hálast niðan á sandin.

Nú verða hvalirnir sleipaðir inn til bryggjuna í Miðvági at merkjast, og roknað verður við, at seðlarnir koma út einaferð seinnapartin, upplýsir sýslumaðurin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder