Løgtingfundur varð settur kl. 10 í morgun og fyrsta málið á skrá var atkvøðugreiðsla um at fáa eitt uppskot um stuðul at byggja fótbóltshallir úr nevnd.
Tað er eitt uppskot hjá Bill Justinussen, løgtingslimi fyri Miðflokkin, og Jákupi Mikkelsen, løgtingslimi fyri Fólkaflokkin, um at landsstýrið skal verða heimilað at veita 50% í fíggjarligum stuðli av útveganarkostnaðinum av at byggja fótbóltshallir.
Tá atkvøtt varð í morgun fyri at fáa málið úr nevnd, atkvøddi løgtingsformaðurin saman við næstan allari andstøðuni. Men andstøðumaðurin Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrinum atkvøddi ímóti.
Atkvøðugreiðslan endaði við 16 fyri og 16 ímóti. Uppskotið kom tí ikki úr nevnd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald